Samvinnan 2018. Øll rættindi ognað. 

Fylg okkum á 

  • Facebook - Black Circle
  • Instagram - Black Circle
  • LinkedIn - Black Circle

Vit knýta lesandi tættari at vinnulívinum.

Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg.

 

Endamálið við áhugafelagnum Samvinnuni er eisini at geva okkum lesandi eitt andlit, soleiðis at vit eru lætt at finna, tá ið tørvur er á okkum. Her verður hugsað um arbeiði í summarfrítíðini, lestrararbeiði ella arbeiði eftir loknan lesnað.

 

Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar til at skriva tíðarhóskandi ritgerðir um føroyskar fyritøkur; bachelorritgerð, høvuðsritgerð osfr. Hetta kervið skal eftir ætlan styrkja møguleikarnar hjá okkum lesandi, men eisini hjá føroyska vinnulívinum.