Samvinnan 2018. Øll rættindi ognað. 

Fylg okkum á 

  • Facebook - Black Circle
  • Instagram - Black Circle
  • LinkedIn - Black Circle

Hugflog 2018:

-Prátið snýr seg um KT!

"KT ER BASALT. Eins grundleggjandi og basaltið í undirgrundini, er KT ein grundleggjandi partur av okkara samfelag og okkara gerandisdegi. Og KT verður enn meiri grundleggjandi í framtíðini og ein týðandi fortreyt fyri allari vinnuligari og samfelagsligari menning. Tí er umráðandi, at vit tryggja okkara framtíð við eini sterkari føroyskari KT-vinnu."  - KT Felagið, 2018 

So er Hugflog aftur á breddanum. Hesuferð er evnið føroyska KT-vinnan og tey viðurskiftir sum gera seg galdandi í hesum sambandi. Eitt nú tí KT-vinnan í Føroyum er í stórum vøkstri og alsamt fyllir meira í samfelagsbúskapinum! 

Tiltakið hevur til endamáls at viðgera verðandi støðu innan KT í Føroyum, og hví tad er týdningarmikið at menna og varðveita ein føroyskan førleika. Eisini verður tosað um, hvørjir møguleikar eru í vinnuni.

Tiltakið verður samskipað viđ KT felagið. 


Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Hvar? – CBS - Solbjerg Plads 3, 2000 Frederiksberg.
Hølið - SPS07

Nær? – 10. Apríl kl. 19.

Skrá og annað verður lýst leypandi.

https://www.facebook.com/events/419309888525075/